Helena hara

Helena hara er so glað í dag. Tá klokkan ringir, spelar hon av stað, sleingir taskuna upp á sítt gráa skinn, so niðan brekkuna og upp á fjallatind. Long aftan og stutt framman. Á, sum tú rennur, sigur mamman. Helena hara er so snotilig, hon situr friðarlig og fylgir við, bustar altíð tenn og er so fín og rein. Hon tuskar sum eitt fok á hvítum fonnum heim. Long aftan … Helena etur bæði gras og lyng. Hon er so kring at dansa runt í ring. Tá tað frystir og er stilt – er lagið gott, og mánin skínur á tær eina heila nátt. Long aftan … Men ofta er Helena hara svong. Á fjøru kemur hon at eta tang. Tó – hon noyðist hvørja ferð at hugsa um, hvussu vandamikið er við bilunum. Long aftan … Mót jólum stákast tær við jólamat. Tær snøgga holuna og hjálpast at. Reinsa veggirnar og feia alt útum. Tað er so nógv at gera undan jólunum. Long aftan … Helena strýkur sína skjúrtuflipp og greiðir sær sín mjúka halasnipp. Longu oyruni hon leggur afturá. Bert nøsin er í dimmum – annars er hon grá. Long aftan … Helena erpar sær, tá hon fer út. Hon fær sær nógva ferð og bóltar rút. Allan seinnapartin eru tær í sving – tá skýmir, fer hon inn at gera skúlating. Long aftan … Á fjallatindinum er bert og kalt. Tann oyralanga sær og hoyrir alt. Ovast uppi vetrarklødd hon situr nú og bíðar eftir jólaaftan eins og tú. Stutt framman – long aftan. Hon gleðir seg til jólaaftan. Orð: Regin D. Patursson týddi eftir Alf Prøysen Lag: Johan Ølan Sangur: Regin D. Patursson
Back to Top