Signar í Homrum Tað er gott at elska

Tað er gott at elska Í summar ein morgun, snimma tað var og sólin dagaði fram Fingið mær upp í koppin av kaffi, og døggin av rútunum rann. Sólstrálur klivu upp, skygdu burt skuggar, leitandi gólvinum inn Funnu fram til tín á dýnuni mjúku og bóru tær dagin inn. Tað er gott at elska, tað er gott at elska Tað er gott at elska, kvinnu sum teg Tú býður mær blídliga ein góðan morgun og drekkur títt kinverska te Vøkru bláu eygu tíni svøvntung líta á meg Fjált er at hoyra teg líðandi vakna og friðin eg kenni á
Back to Top